Betri kor til yrkislistafólk

Betri kor til yrkislistafólk
Nú ber til at fáa listafólkaløn í níggju ár uttan steðg
 
17.12.2017 - 09:23

Fólk kunnu nú fáa listafólkaløn í níggju ár út í eitt - tað eru tríggar ferðir trý ár.

Kunngerðin um Mentanargrunn landsins er broytt, soleiðis at parturin, sum eitur listafólkaløn, er vorðin neyvari.

Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum burturav arbeiða við list. 

Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir á listaliga økinum.

Nevndin fyri Mentanargrunnin setir faknevndir, sum viðgera umsóknirnar um listafólkalønir og gera tilmæli. Í faknevndunum eru fólk, sum hava útbúgving í ávísu listaøkjunum.

Aðrar broytingar eru eisini gjørdar í kunngerðini.

Í upprunaligu kunngerðini, sum kom í 2000, stendur, at stuðul kann latast til fløgur.

Nú stendur, at stuðul kann latast til tónleikaútgávur.  

Og nú eru roknskapur og frágreiðing um stuðlaða verkætlan treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786