ES boðar frá tiltøkum móti Póllandi

ES boðar frá tiltøkum móti Póllandi
Evropeiska Samveldið hevur tikið óvanlig stig móti Póllandi, tí ES heldur, at løgfrøðiligu bygnaðarbroytingar í landinum hótta rættartrygdina
 
21.12.2017 - 10:30

Stigini eru rótfest í sonevndu "grein 7". 

ES sigur, at 13 nýggjar lógir hesi seinastu tvey árini hava givið stjórnini í Póllandi møguleikar at leggja seg út í rættarskipanina. 

Pólland hevur fingið tríggjar mánaðar freist at taka annað skinn um bak, skrivar BBC.

Kortini hevur Andrzej Duda, forseti, skrivað undir tvær nýggjar lógir, sum broyta Hægstarætt og eisini landsins dómsráð. 

Duda sigur sambært BBC, at lógirnar styrkja um fólkaræðið í landinum, bøta um rættarskipanina og endurreisa trúnna hjá borgarunum á dómsvaldið. 

Konservativa stjórnin í Póllandi kallar stigini úr ES fyri "poltisk", og hon hevur fleiri ferðir sagt, at bygnaðarbroytingarnar eru neyðugar fyri at basa dugnaloysi og korruptión í rættarskipanini.

Øll ES-limalondini skulu nú gera av, um Pólland við sínum inntrivum í rættarskipanina brýtur grundreglurnar í ES. Ein slík samtykt krevur, at 22 av limalondunum eru fyri.

Møgulig tiltøk móti Pólland kunnu koma seinni, men ES hevur boðað frá, at stigini, sum eru tikin eftir grein 7, kunnu ógildast aftur, um Pólland gongur undir krøvini innan tríggjar mánaðir.

Tiltøkini kunnu hava við sær, at Pólland missir sín atkvøðurætt í ES-høpi, men slíkt stig krevur, at øll londini standa saman, og Ungarn hevur longu boðað frá, at tey fara at forða fyri slíkari samtykt.

Eygleiðarar halda, at stríðið er prógv um, at spenningurin millum fyrrverandi kommunistisku londini í ES og vestanlondini økist. 

Onnur stríðsmál eru fjølmiðlafrælsi og tilflyting, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262