- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluóhapp inni á Sundi
Ferðsluóhapp inni á Sundi
Aftur í dag fór ein bilur út av vegnum orsakað av hálku

26.12.2017 - 11:22
Eitt ferðsluóhapp var inni á Sundi um fýra tíðina í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum. Orsøkin til óhappið var hálka. Bilurin fór illa, men eingin fólkaskaði var.
Annars upplýsir løgreglan, at tað hevur verið friðarligt um jólini. Tó hava tvey ferðsluóhapp verið av hálku, uttan nakran mannskaða.
Løgreglan biður fólk ansa sær í ferðsluni, tí tað er sera hált nógvastaðni um landið. Landsverk boðar frá, at hált er á Oyndarfjarðarvegnum, Høgareyni, Vatnsoyrum, Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð og á Velbastaðshálsi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























