Eingin semja verkfall og verkbann halda fram

Eingin semja verkfall og verkbann halda fram
Semingsroyndin í gjár mislukkaðist. Einki semingsuppskot varð lagt fyri partarnar í pedagogtrætuni
Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnir fóru hvør til sítt klokkan tíggju í gjárkvøldið uttan semju.
 
29.12.2017 - 07:06

Verkfallið hjá Pedagogfelagnum og verkbannið móti felagnum halda fram, eftir at Semingsstovnurin um tíggju tíðina í gjárkvøldið gavst við royndini at fáa Pedagogfelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast.

Semingsroyndin, sum var tann fyrsta síðani 8.desember, byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin í gjár.

8.desember vrakaðu allir partar semingsuppskotinum hjá Semingsstovninum.

Einki semingsuppskot varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið.

Góðar tvær vikur

Fyrstu limirnir í Pedagogfelagnum fóru í verkfall 12. desember.

14.desember lýsti Kommununala arbeiðsgevarafelagið verkbann, og síðani tá hava allir kommunalir dagsstovnar verið stongdir. 

15.desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. 

Undantøk eru tó givin, so pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum.

Verkfalið varð fyribils lagt niður á jólum, men byrjaði aftur mikumorgunin klokkan sjey. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328