Matstovur sleppa at hava opið til á midnátt

Matstovur sleppa at hava opið til á midnátt
Upplatingartíðin er longd ein tíma
Tey, sum eta og drekka á matstovum, kunnu nú sita til á midnátt.
 
31.12.2017 - 14:41

Matstovur sleppa nú at hava opið ein tíma longur um kvøldið uttan at bróta politiviðtøkuna.

Sambært politiviðtøkuni fyri landkommunurnar í Føroyum, áttu matstovur og aðrir handlar, sum selja mat og drekka at njóta á staðnum, at hava stongt millum klokkan ellivu á kvøldi til fimm um morgunin.

Nú kunnu vistastøð, sum tey eita í kunngerðini, hava opið til midnátt.

Tað kunnger Løgmansskrivstovan, sum hevur spurt landsstýrið og Kommunufelagið um broytingina. 

Tað stendur tó framvegis í kunngerðini, at politiið kann við undirtøku frá viðkomandi býráði ella bygdaráði loyva longri upplatingartíð enn kunngerðin sigur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328