Anders vónar enn, at avtalan verður broytt

Anders vónar enn, at avtalan verður broytt
Danski uttanríkisráðharrin hevur svarað Grønlandsnevndini um avtaluna, sum londini í Útnorðri gjørdu í fjør summar
Poul Michelsen, landsstýrismaður, Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharri og Erik Jensen, landsstýrismaður, undirskriva avtaluna í Reykjavík 31.august í fjør.
 
04.01.2018 - 09:01

Danska Uttanríkisráðið vónar framvegis at fáa avtaluna, sum Føroyar og Grønland gjørdu við Ísland 31.august í fjør, "i overensstemmelse med de gældende retlige rammer", sum Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, sigur í svarinum til Grønlandsnevndina hjá fólkatinginum.

Uttanríkisráðið gjørdi eina roynd í november, men avtalan varð ikki broytt.

Tí skrivaði Uttanríkisráðið til íslendska Uttanríkisráðið og ógildaði avtaluna, tí hon er ikki í samsvari við heimildirnar hjá landsstýrinum í Føroyum og Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762