Føroysk skip hava harðari treytir enn útlendsk

Føroysk skip hava harðari treytir enn útlendsk
Fiskivinnuráðið undrast á, at treytirnar ikki eru tær somu. Óheppið, at fiskidagar ikki kunnu flytast, sigur ráðið eisini
Skiljirist í troli.
 
08.01.2018 - 12:59

Fiskivinnuráðið undrast á, at somu treytir eru ikki galdandi fyri føroysk skip og útlendsk skip, tá tey fiska í føroyskum sjógvi.

Ráðið vísir á, at sambært kunngerðini um fiskiskapin hjá skipum úr ES-londum, kunnu tey fiska upsa beinleiðis við troli, har meskarnir eru 120 millimetrar.

Kravið til føroysk skip er 135 millimetrar.

Ráðið tekur eisini fram kunngerðina um fiskiskapin hjá norskum skipum í føroyskum sjógvi.

Sambært henni skulu útlendsk skip hava skiljirist í trolinum frá 1.apríl í ár.

Føroysk skip skuldu hava hesi ristina longu 1.januar.

Millum trol og húk

Fiskivinnuráðið heldur, at tað er óheppið, at ikki ber til at flyta fiskidagar millum bólk tvey og bólk trý frá 1.oktober í ár.

Trolarar eru í bólki tvey, og tey stóru línuskipini eru í bólki trý.

Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt kunngerðina um avhending av fiskidøgum.

Ráðið vísir á, at tað setir feløg í fiskivinnuni í eina torføra støðu, tí tey missa møguleikan at flyta dagar millum bólkar.

Feløgini hava lagað virksemið sítt eftir tí at kunna lata fiskidagar millum bólkarnar. Nú verður hetta broytt.

Fiskivinnuráðið heldur, at loyvt eigur at vera at flyta dagar millum húk og trol til árslok, tá kvoturnar koma í staðin fyri fiskidagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162