- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kløkkur av Sirið Stenberg

Kommunulæknar hava sera avmarkar møguleikar at skriva út kannabis til sjúklingar.
Tað sigur Signar Dam, kommunulækni á Tvøroyri.
Signar Dam sigur, at hann hevur roynt at útskriva kannabis-heilivág til ein sjúkling, sum hevði krabbamein. Men tað bar ikki til hjá honum.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, segði við Kringvarpið fyrr í dag, at sum er hava allir kommunulæknar og allir yvirlæknar á sjúkrahúsinum møguleika at útskriva resept upp á medisinskt kannabis. Men hetta er ikki satt, sigur Signar Dam.
- Tvørturímóti. Eg bleiv kløkkur, tá eg hoyrdi hatta. Tí hatta samsvarar als ikki við, hvussu eg havi upplivað kannabis-støðuna, sigur Signar Dam.
- Antin veit hon ikki betur, ella veit eg ikki betur. Men um so er, at eg kann útskriva kannabis, burdi eg fingið boð um tað, sigur Signar Dam.

























