- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Tele hevur selt sín ognarlut í Vikmar

Sambært fráboðan frá Føroya Tele og Vikmar fara fyritøkurnar at halda fram við at samstarva um at veita tænastur til sjóvinnuna.
Sølan ávirkar sambært pørtunum ikki samstarvið.
Ein samstarvsavtala, heldur enn ognarskapur, skal tryggja samstarvið í framtíðini..
Føroya Tele keypti 40 prosent av parttabrøvunum í Vikmar í 2006.
Vikmar selur útgerð og samskiftisloysnir til skip.
Síðani 2006 hava feløgini samstarvað um fleiri ymiskar skipanir og loysnir til skip.
- Hetta er eitt samstarv, ið vit á Føroya Tele hava verið sera fegin um og sjálvandi koma at halda áfram við, hóast vit nú selja ognarlut okkara, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti í eini fráboðan á heimasíðuni.

























