Strandferðslan:kommunan eigur bíðirúmið í Nólsoy

Strandferðslan:kommunan eigur bíðirúmið í Nólsoy
Strandfaraskip vísa aftur skuldsetingar hjá nevndarformanni og býráðslimi í Havn
Ternan í Nólsoy. Kommunan eigur at síggja til, at ferðafólkini hava góðar umstøður, meðan tey bíða, sigur Samferðsludeildin hjá Strandferðsluni.
 
25.01.2018 - 09:09

Strandfaraskip landsins visa aftur skuldsetingunum frá Boga Andreasen, formanni í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, um bíðirúmið í Nólsoy.

Samferðsludeildin sigur, at Tórshavnar kommuna eigur og varðar av bíðirúminum.

Hon sigur, at starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu steingja og lata upp dyrnar á havnarlagnum í Nólsoy við fjarstýring úr Havn. 

Strandfaraskip landsins siga, at kommunurnar varða av umstøðunum hjá ferðafólki á landi.

Leiguavtala uppsøgd

Bogi Andreasen sigur, at Strandferðslan hevur sagt upp avtaluna við Tórshavnar havn um bíðirúmið í Nólsoy. Árliga leigan var 16.000 krónur. 

Tað er ein landsuppgáva at hava góðar umstøður til ferðafólk, áðrenn tey fara umborð á skipið, sigur býráðslimurin í Havn. 

Bogi Andreasen heitir á Henrik Old, landsstýrismann, um at halda fram við leiguavtaluni í Nólsoy.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011