Prestar, sum ikki eru sóknarprestar, fyri órætti

Prestar, sum ikki eru sóknarprestar, fyri órætti
Lógin um størv í fólkakirkjuni skjal broytast. Hevur verið skeiv í næstan fimm ár
Munur er á sóknarprestum og øðrum prestum, men ikki í lógini.
 
30.01.2018 - 12:02

Hóast lógin er meira enn hálvtfimta ára gomul, er trupulleikin nústani komin undan kavi.

Talan er um prestarnar, sum hava somu rættindi sum sóknarprestar, men ikki eiga at hava tey.

Teir hava rættindi og skyldur sum sóknaprestar í kirkjuráðnum, men eiga ikki at hava tey, Teir kunnu ikki stilla upp á kirkjuráðsvali.

Tað kunnu teir, tá lógin er broytt. 

Nú skal lógin um embæti og størv í fólkakirkjuni broytast, so hesir prestar bara kunnu vera á kirkjuráðsfundi, men ikki hava atkvøðurætt.

Føddir limir

Teir eru ikki føddir limir har, sum sóknarprestarnir eru. 

Mentamálaráðið sigur, at lógarbroytingin verður gjørd, tí tá gudfrøðingur verður prestvígdur og tekur við tænastu hjá fríum, kirkjuligum felagsskapi, fær hann samstundis rættindi og skyldur sum kirkjuráðslimur í øllum kirkjuráðunum í prestagjaldinum, á sama hátt sum vanligur sóknarprestur, hóast hann bara fær avmarkaða skyldu at virka í tí, og ikki fær løn fyri hesa tænastu. 

Hetta er alt ov stór skylda at leggja á tey, tí tænastan sum prestur er sjálvboðin og ólønt. Hon kemur afturat tí fulltíðarstarvinum, sum er fortreyt fyri prestavígsluni eftir serligu lógargreinini.

Talan er um gudfrøðingar, sum verða vígdir eftir serligari grein í lógini, gein 16, men ikki gerast sóknarprestar.

Við lógaruppskotinum verða skyldurnar sum kirkjuráðslimur hjá presti eftir serligu lógargreinini tiknar av, og rætturin at vera við á kirkjuráðsfundi, uttan atkvøðurætt, settur í staðin.

Og prestarnir kunnu stilla upp á vali til kirkjuráð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519