ES-tingið skal atkvøða um summartíð

ES-tingið skal atkvøða um summartíð
Í morgin fer ES-tingið at atkvøða, um skipanin við summartíð skal takast av, soleiðis at tað slepst undan at flyta klokkuna tvær ferðir um árið
 
07.02.2018 - 10:15

Í morgin fer ES-tingið at atkvøða, um skipanin við summartíð skal takast av.

Atkvøðugreiðslan er ikki bindandi, men heldur ein roynd at fáa ES-nevndina at koma við einum uppskoti um at taka summartíðina av, so tað slepst undan at flyta klokkuna tvær ferðir um árið.

ES-fyriskipanin um summartíð hevur verið í gildi síðani 1981.

Finnlendingar hava roynt at fáa ríkisdagin at samtykkja ein lóg um at taka summartíðina av. 

70.000 undirskriftir vórðu savnaðar í heyst, men hóast stórur meiriluti var í ríkisdegnum fyri málinum, bar tað ikki til, tí Finnland sum ES-limur er bundið av fyriskipanini um summartíð.

70 lond í øllum heiminum hava summartíð, teirra millum eisini Føroyar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595