Skjalasavn á Tvøroyri

Skjalasavn á Tvøroyri
Í fjør varð samtykt at veita fígging til eina 3-ára verkætlan, ið hevði til endamáls at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri við tilhoyrandi gransking
Mynd: Tvøroyrar Kommuna  
 
12.02.2018 - 15:36

Verkætlanin varð samtykt á heysti í fjør. Á odda fyri verkætlanina, hevur kommunan sett søgufrøðingarnir og tvørámenninir, Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe.

Arbeiðið við at skipa skjalasavnið, ið er staðsett á gamla Ísvirkinum í Kongabrekkuni, er nú komið so mikið áleiðis, at hillaskipanin verður sett upp. Sjálv hillaskipanin er framkomin, men tílíkt er neyðugt, um skjølini skulu liggja trygg og verða lætt atkomulig.

Verkætlanin við skjalasavninum er, sum áður nevnt, sett til trý ár og komandi tíðina koma vit ivaleyst at hoyra meira um arbeiðið við skjalasavninum og teirri atknýttu granskingini.

Ísvirkið, sum í síni tíð var sera framkomið átak her á Tvøroyri, er virðiligur karmur um savningina av skjølum til søguna her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392