Norðmenn illir um føroyskt bann

Norðmenn illir um føroyskt bann
Noreg missir rávøru, nú føroysk skip ikki sleppa at landa fisk í Noregi. Tað sigur stóra vinnufelagið Norsk Sjømat. 
 
13.02.2018 - 11:24

Felagið er, sambært tíðindaskrivi, í øðini um føroyska stigið, sum felagið sigur, er sitt stig tann skeiva vegin í altjóða kappingini um rávøruna. 

Felagið, sum umboðar eini 550 virki í norska fiskiídnaðinum, sigur, at Noreg og Føroyar eiga sum skjótast at fáa í lag eina avtalu um frían handil við ráfiski.

- Eydnast tað ikki, eigur Noreg at seta móttiltøk í verk til dømis at seta landingarbann fyri norskan fisk í Føroyum og at seta fiskiveiðiavtaluna millum Noreg og Føroyar úr gildi.

Men felagið vil tó ikki krevja av norskum skipum, at tey landa í Noregi. Felagið vil hava frian handil og vil hava eina avtalu við Føroyar um, at føroysk skip sleppa at landa í Noregi.  

Sjømat Norge sigur, at í Skotlandi og Írlandi verður tosað um at seta í gildi somu reglur sum í Føroyum. 

Norska uttanríkismálaráðið hevur vent sær til donsku sendistovuna í Oslo um málið. 

Fyrispurningurin var, um tað er rætt, at bann er sett fyri at landa uttanlands, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Hann hevur greitt donsku sendistovuni frá, at so er sambært lógini um sjófeingi.  

Í 2000 landaðu føroysk skip góð 75.000 tons í Noregi.

Síðani minkaði tonsatalið nógv til 2006, tá tað var 66.500. 

Í fjør landaðu føroysk skip 6.860 tons av uppsjóvarfiski í Noregi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979