Samgongan arbeiðir uppá eina loysn

19.02.2018 - 15:51
Innlendis›Politikkur
Samgongan arbeiðir uppá eina loysn
Samgongan arbeiðir við at finna pengarnar, sum skulu fáast til vega, so fólk kunnu draga fakfelagsgjaldið frá í skattinum

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum fyri tveimum árum síðani gjørdi avtalu við Sonju Jógvansdóttir um fakfelagsgjaldið.

At fólk skulu sleppa at draga fakfelagsgjaldið frá í skattinum, gjørdist ein tungur burður hjá samgonguni.

Málið hevur ligið í fíggjarnevndini eina tíð, men lítið og einki hendir, og Sonja Jógvansdóttir sigur seg framvegis hava eina avtalu við samgonguna. Hon heldur eiheldur, at tað er ein trupulleiki at finna pengarnar.

Forkvinnan í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, er ikki so bjartskygd um uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, tí tey sum hava gjørt avtaluna, mugu vísa á, hvussu fíggingin skal fáast til vega.

Hægri kostnaður enn Sonja upplýsti

Aksel V. Johannesen, løgmaður vil ikki gera samrøðu við útvarpið.

Men í stuttari skrivligari viðmerking sigur hann, at leiðslan í samgonguni á vári í 2016 gjørdi eina avtalu við Sonju Jógvansdóttir um fleiri mál, og at flestu teirra longu eru avgreidd.

Eitt mál, sum framvegis ikki er avgreitt, er fakfelagsgjaldið. 

Í 2016 upplýsti Sonja Jógvansdóttir, at málið um fakfelagsgjaldið fór at kosta góðar 7 mió. krónur. Tað vísir seg nú, at málið fer at kosta umleið 40 mió. krónur, har kommunurnar skulu bera helvtina av kostnaðinum. 

Sostatt er talan um ein væl hægri kostnað enn upprunaliga mett. Hægri kostnaður gevur samgonguni nakrar avbjóðingar, ikki minst tí kommunurnar standa at bera helvtina av kostnaðinum. Men tað verður arbeitt í samgonguni við at loysa hesa avbjóðingina, sigur Aksel V. Johannesen,løgmaður.

Hoyr innslagið omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928