Val í Italia

Val í Italia
Silvio Berlusconi hevur aftur nógv vald í italskum politikki, og verður roknað við, at hansara flokkur, Forza Italia, kann fáa eitt gott val
 
04.03.2018 - 16:23

Alt Evropa bíðar í spenningi eftir nýggja italska forsætisráðharranum, sum skal veljast á tjóðartingsvalinum, sum er í dag.

Roknað verður við, at 81 ára gamli Silvio Berlusconi kann gerast stóri maður aftur í italskum politikki, hóast hann ikki sjálvur kann veljast, tí hann er dømdur fyri skattasvik.

Tá hann legði frá sær sum forsætisráðharri í 2011, var frøði í bæði Bruxelles og í Berlin, men nú verður hann mettur sum einasta alternativið til víðgongdu og populistisku flokkarnar í Italia.

Búskaparliga er Italia ikki væl fyri, tí eingin vøkstur hevur verið seijnastu 20 árini, og tí eru tað serliga tey ungu, sum eru misnøgd við ES.

Ógreitt er, hvat úrslitið av valinum verður, tí nógvir flokkar eru. Verður valúrslitið ikki greitt, skal Sergio Mattarella, forseti, skipa stjórn, sum fær meiriluta í tjóðartinginum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486