- Framferðin hjá Atlantsflogi er burturvið

- Framferðin hjá Atlantsflogi er burturvið
Tað sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður á Hotel Hafnia í samrøðu við Sosialin. Hann finst hvassliga at ætlanini hjá Atlantsflogi
Hotell Atlantic skal eftir ætlan byggjast við Staravegin í Havn
Mynd: Kontrast  
 
07.03.2018 - 12:18

- Eg haldi, at tað er heilt burturvið, at eitt alment partafelag sum Atlantsflog skal taka kappingina upp við okkum í privatu vinnuni.

Tað sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður á Hotel Hafnia, í samrøðu við Sosialin. 

Finst at ætlanini um at byggja hotell

Tummas Justinussen finst hvassliga at ætlanini hjá Atlantsflogi um at fara beinleiðis inn í hotellvirksemið.

- Tað svarar til, at felagið, sum rekur undirsjóvartunlarnar, fer undir bilasølu fyri at fáa fleiri bilar at koyra gjøgnum tunlarnar, sigur nevndarformaðurin í Hotel Hafnia.

Hann vísir á, at tey keypa eitt ótal av ferðaseðlum frá Atlantsflogi, men um Atlantsflog nú fer í kapping við tey á Hotel Hafnia, so slepst ikki uttan um, at tey noyðast at hugsa um, hvønn tey skulu samstarva við framyvir, sigur Tummas Justinussen. SAS er kappingarneyti hjá Atlantsflogi á Føroyarutuni.

Skilir ikki atfinningarnar

Niels Mortensen, formaður í Atlantsflogi svarar atfinningunum í dagsins blað. 

Hann sigur, at øll hava rópt eftir kapping í flogvinnuni, og tað hava tey fingið. Men nú kappingin verður á hotellmarknaðinum eisini, so skal Atlantsflog bindast niður, og tað skilir Niels Mortensen ikki, sigur hann altso við Sosialin í dag.

Málið umrøtt í løgtinginum

Hotell-verkætlanin hjá Atlantsflogi varð eisini umrødd í løgtinginum fyrrapartin.

M.a. segði Bjørt Samuelsen, tingkvinna, at henni hevði dámt at fingið eina váðameting av hesi íløguni, sum almenna flogfelagið fer at gera saman við pensjónsfelagnum, Lív.

Og Bill Justinussen úr Miðflokkinum segði, at tað er munur á einum almennum og privatum partafelagi, og hann spurdi, hvussu langt Atlantic Airways kann fara, áðrenn landsstýrið setir eitt mark fyri tað almenna flogfelagið. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður tók síðani orðið og segði, at kappingarneytin SAS er eisini eitt alment flogfelag, sum í stóran stíl rekur hotellvirksemi
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039