Hybridbilar frítakast fyri MVG

Hybridbilar frítakast fyri MVG
Hybridbilar skulu javnsetast við el-bilar, og harvið eisini sleppa undan meginpartinum av meirvirðisgjaldinum, tað heldur Miðflokkurin
Ein hybrid-bilur brúkar bæði streym og brennievni.
 
09.03.2018 - 08:56

Miðflokkurin hevur lagt lógaruppskot fyri løgtingið um at broyta mvg-lógina. 

Í fjør samtykti løgtingið, at tey sum keypa ein el-bil áðrenn 1.januar 2019, skulu fáa upp til 70.000 krónur av meirvirðisgjaldinum endurgoldið. Tað skal fáa fleiri at keypa elbilar, heldur enn bensin- ella dieselbilar.

Tá mælti minnilutin í fíggjarnevndini til at broyta uppskotið til eisini at fevna um hybridbilar, men meiriluti var ikki fyri tí.

Miðflokkurin ger nú eina roynd at broyta lógina, soleiðis at hon eisini skal eggja fólki til at keypa sær hybrid bilar og sonevndar "hybrid plug-in" bilar.

Ein hybrid bilur løðir, meðan hann koyrir, meðan ein hybrid plug-in eisini kann løðast, eins og ein elbilur.

Miðflokkurin vísir á, at vaksandi eftirspurningur er eftir hybridbilum. Sambært sølutølunum hjá Reyni Service, sum selir flestar hybridbilar, var stívliga triði hvør nýggi bilur frá teimum í fjør ein hybridbilur.

Eisini skjýtur Miðflokkurin upp, at mvg-frítøkan skal vera galdandi til 1. januar 2020.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375