Róðrargrunnur Føroya endurreistur eftir ár í dvala

Róðrargrunnur Føroya endurreistur eftir ár í dvala
Hetta er hent, eftir at løgtingið á fíggjarlógini fyri 2018 játtaði 100.000 kr. til at byggja kappróðrarbátar.
Stýrið fyri Róðrargrunn Føroya
Mynd: Jógvan Svabo Samuelsen  
 
10.03.2018 - 15:30

Róðrargrunnur Føroya, sum í fleiri ár hevur ligið í dvala, er nú endurreistur við nýggjum stýri.

Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður 15. august í 1970, tí róðrarfólk kring landið vildu styðja upp undir kappróðurin sum tjóðarítrótt føroyinga. Í grein 3 í viðtøkunum stendur: ”Rætt til studning úr grunninum hava øll føroysk róðrarfeløg við teirri ætlan at gera nýggjan róðrarbát, róðrarhús og róðrarhyl.” Haraftrat stendur í viðtøkunum, at studningur eisini kann latast til skúlaróður og til útgávu av einari føroyskari róðrarsøgu. 

Sambært viðtøkunum skulu seks limir stjórna Róðrargrunni Føroya. Hesar limir skuldu Føroya landsstýri, Ítróttasamband Føroya, Føroya Lærarafelag, Føroya Sjómansskúli, Føroya Blaðmannafelag og Kvinnufelagið upprunaliga tilnevna. Føroya Sjómansskúli er í dag Vinnuháskúlin, og Føroya Blaðmannafelag er Føroysk Miðlafólk. Í Ítróttasambandi Føroya varðar Róðrarsamband Føroya av kappróðrinum. Nevndu feløg og stovnar hava tilnevnt hvør sín lim í nýggja stýrið, sum hevði sín fyrsta fund í Tinganesi 14. februar. Har skipaði stýrið seg soleiðis: Sigga Vang, forkvinna, Vinnuháskúlin, Jan Herman Hansen, næstformaður, Róðrarsamband Føroya, Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri, Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag, Anna Rein, Kvinnufelagið, Uni Arge, Føroysk Miðlafólk.

Freistin at lata grunninum umsókn verður 25. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672