Burka til viðgerðar í tinginum

Burka til viðgerðar í tinginum
Løgtingið fer í dag eisini at viðgera eitt uppskot frá Sjálvstýri um at banna burka og niqab í almenna rúminum
 
22.03.2018 - 09:18

Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, sum er til samtyktar, at trúarfrælsi er grundleggjandi partur av fólkaræðinum, men við hesum frælsi fylgir eisini ábyrgdin at virða aðrar áskoðanir. 

Sjálvstýri vil hava bann fyri at hava hettu á høvdinum, sum fjalir andlitið, men hetta er ikki galdandi, um eygu, nøs og muður ikki eru fjald.

- Pløggini burka og niqab verða fevnd av banninum, og hetta er ein liður í at staðfesta mentanarligu karmarnar, sum føroyska samfelagið eigur at vera innrættað eftir, sigur Sjálvstýri í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890