Lækni í umstríddum máli fríkendur

Lækni í umstríddum máli fríkendur
Læknin, sum varð dømdur fyri vanrøkt, er nú fríkendur. Málið um læknan tók dik á seg, tá aðrir læknar stuðlaðu við slagorðunum #Dekuhaværetmig
Føroysku læknarnir stuðlaðu eisini dømda danska læknanum, sum nú er fríkendur í Hægsta rætti í Danmark
Mynd: Sara Larsen  
 
28.03.2018 - 12:10

Hægsti rættur í Danmark hevur júst givið dóm í einum umstríddum máli í Danmark. Yngri læknin, sum varð dømdur fyri grova vanrøkt í samband við arbeiði sítt á Svendborg sjúkrahús í 2013, er júst fríkendur.  

Læknin varð í landsrættinum dømdur 5.000 krónur í bót fyri "grovere eller gentagen forsømmelse eller skødesløshed i udøvelsen af sin virksomhed", eftir at ein sjúklingur við diabetes lat lív á sjúkrahúsinum. 

Tá dómur varð givin í dag, varð læknin frífunnin, og sagt varð, at læknin ikki hevði vanrøkt ella verið gáloysur í sínum arbeiði. 

Umstrítt mál 

Læknin, sum nú er fríkendur, bað ein sjúkrarøktarfrøðing um at máta blóðsukrið á sjúklinginum. Boðini vórðu givin munnliga. Men mátingin varð ongantíð framd.

Sjúkrarøktarfrøðingurin, ið fekk boðini, hevur sagt, at hann minnist ikki, at hann skuldi havt fingið hesi boðini. 

Boðini vórðu heldur ikki noterað í journalin hjá sjúklinginum, og yngri læknin fylgdi ikki upp á boðini viðvíkjandi blóðsukur-mátingini hjá sjúklinginum, ið doyði á sjúkrahúsinum tríggjar vikur eftir innlegging.

"Tað kundi verið eg"

Eftir dómin í Landsrættinum vístu læknar kring alt Danmark stuðul til yngra læknan undir átakinum #Detkuhaveværetmig.

Við hesum vísa læknarnir á, at tyngda sjúkrahúsverkið er orsøkin til tragisku hendingina, og at læknin ikki einsamallur skal standa við ábyrgdini. 

Eisini læknar í Føroyum stuðlaðu læknanum undir hesum átakinum, sum myndin omanfyri vísir. 

LES EISINI: Føroyskir læknar stuðla dømdum donskum lækna

SÍ EISINI: #Detkuhaværetmig

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613