Atlantic Petroleum stórt undirskot

Atlantic Petroleum stórt undirskot
Sambært fráboðan til keypsskálarnar í morgun hevði Atlantic Petroleum stívliga 68 milliónir krónur í undirskoti í fjør.
 
03.04.2018 - 11:15

Oljufelagið Atlantic Petroleum stríðist framvegis við at fóta sær sum felag. 

Sambært fráboðan til keypsskálarnar í morgun hevði Atlantic Petroleum stívliga 68 milliónir krónur í undirskoti í fjør.

Eginpeningurin í felagnum er nú negativur við 150 milliónum krónum.

Kursurin á partabrævinum hjá Atlantic Petroleum er nú 7,65 danskar krónur. Fyri einum ári síðani var partabrævið vert 11 krónur.

Graeme Fawcett, fyribilsstjóri í Atlantic Petroleum, sigur í fráboðanini til keypsskálarnar, at felagið hevur optimistiskar vónir um framtíðina, serliga eftir at felagið hevur fingið fíggjarligan stuðul frá felagnum London Oil and Gas.

Aðalfundur verður í Atlantic Petroleum á Hotel Hafnia í Havn, mánadagin 30. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028