Íleggjari krevur Zuckerberg úr Facebook

Íleggjari krevur Zuckerberg úr Facebook
Ein av stóru íleggjarunum í Facebook, Scott Stringer, vil nú hava máttmikla stovnaran og eigaran, Mark Zuckerbeg, úr nevndini í fyritøkuni.
 
03.04.2018 - 12:02

Talan er um Scott Stringer, sum í sínum starvi sum fíggjarstjóri hjá New York umsitur íløgurnar hjá amerikanska stórbýnum. 

Tað er gølan, har privatar upplýsingar hjá 50 milliónunum brúkarum eru latnar Cambridge Analytica, sum fær Stringer at krevja broytingar í nevndini fyri Facebook.

Tað skrivar Financial Times. 

Sambært Scott Stringer er neyðugt, at Facebook fær ein óheftan nevndarformann og tríggjar nýggjar nevndarlimir við servitan um data og etikk. Tað er eitt neyðugt stig fyri at tryggja, at Facebook sum sosialur miðil virðir og tryggjar privatlívið hjá sínum brúkarum.

- Talan er um áttandu størstu fyritøku í heiminum, sum hevur tvær milliardir brúkarar. Fyritøkan arbeiðir í einum ongamannalandi, og hevur ikki handlað á slíkan hátt, ið ger fólk trygg og vís í, at teirra upplýsingar nú eisini eru vardar, sigur Scott Stringer við Financial Times.

Býurin New York, sum Stringer umboðar, eigur partabrøv í Facebook fyri útvið eina milliard dollarar, tað eru seks milliardir krónur.

Hetta er fyrstu ferð, at ein stórur íleggjari alment ynskir broytingar í nevndini í Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514