Facebook við nýggjum trygdarátøkum

Facebook við nýggjum trygdarátøkum
Facebook hevur almannakunngjørt 9 nýggj átøk, sum skulu gera tað lættari hjá facebook-brúkarum at verja seg fyri misnýtslu av upplýsingum
 
06.04.2018 - 10:50

Facebook stríðist nú av álvara fyri at bøta um umdømið hjá sær í kjalarvørrinum av, at ymiskar greiningarfyritøkur hava fingið hendur á fleiri upplýsingum hjá Facebook-brúkarum.

Fyrst var talan um 50 milliónir brúkarar, men nú er komið undan kavi, at talan ivaleyst er um minst 87 milliónir brúkarar. Tað skrivar DR. 

Facebook hevur tí almannakunngjørt 9 nýggj átøk, sum skulu gera tað lættari hjá facebook-brúkarum at verja seg fyri misnýtslu av upplýsingum. Tað skrivar Mike Schroepfer, sum hevur evstu tøkniliga ábyrgd á sosiala miðlinum, á almenna blogginum hjá Facebook. Á blogginum ber til at lesa um nágreiniligu átøkini, sum Facebook hevur sett í verk tær síðstu tvær vikurnar. 

Millum annað vísir Facebook nú á, hvussu brúkarar betur kunnu hava tamarhald á upplýsingum so sum sms og telefonuppringingar.  

Facebook sigur, at innsavningin av dátum, so sum sms og telefonuppringingar, er ein tænasta fyri brúkaran, tí Facebook við hesum upplýsingum kann finna útav, hvørji fólk, tú oftast hevur samband við og sostatt gera tað lættari at halda hetta sambandið. 

Men Facebook hevur kortini valt at kanna nærri, um hetta veruliga er ein tænasta. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996