Hevði Darwin rætt? Føroyar eitt undantak í Evropa

Hevði Darwin rætt? Føroyar eitt undantak í Evropa
Mótstøðan ímóti menningarlæruni er nógv sterkari í Føroyum enn í restini av Evropa. Tað vísir kanning í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar
Føroyar eru eitt eindømi í Evropa í mun til spurningin um evolutión ella skapan.
 
12.04.2018 - 19:45

Helmingurin av føroyingum vrakar menningarlæruna, sum upprunaliga varð sett fram av Charles Darwin í 1859. Menningarlæran er læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum.

Mótstøðan ímóti menningarlæruni verður staðfest í eini kanning um trúgv og lívsáskoðan, sum Kringvarpið hevur gjørt saman við greiningarfyritøkuni Lóður í sambandi við nýggju sjónvarpsrøðina Gud signi Føroyar.

Globalt á einum fimta plássið

Fyri at kunna samanbera við onnur lond er hesin spurningurin umsettur orð fyri orð eftir eini altjóða kanning hjá stóru ensku hagtalsfyritøkuni Ipsos Mori.

23 lond úr øllum heimspørtum luttóku, og tá vit koyra Føroyar inn í kanningina, sæst, at Føroyar eru millum tey londini í heiminum, har flest fólk vraka menningarlæruna og halda, at gud skapti menniskjuni.

Føroyar eru á fimta plássi eftir Saudi Arabia, Turkaland, Indonesia og Suðurafrika.

Føroyar eitt eindømi í Evropa

Um vit bara hyggja at evropeisku londunum í kanningini, sæst, at talið av kreationistum er nógv tað hægsta í Føroyum.

Føroyar eru altso eitt eindømi í Evropa í mun til spurningin um evolutión ella skapan.

Greiningarfyritøkan Lóður gjørdi kanningia á sumri í 2017, og 532 tilvildarliga vald fólk ímillum 15 og 75 ár luttóku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961