Hálvt triðja ára fongsulsrevsing fyri grovan harðskap móti pinkubarni

Hálvt triðja ára fongsulsrevsing fyri grovan harðskap móti pinkubarni
26 ára gamli maðurin noktar seg sekan seg, og hevur biðið um umhugsunartíð, um hann skal skjóta dómin inn fyri hægri rætt
Eftir dómin í dag var dømdi maðurin varðhaldsfongslaður. Hann noktar seg sekan í ákæruni.
 
22.05.2025 - 15:56

Føroya rættur dømdi í dag ein 26 ára gamal mann tvey ár og seks mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri serliga grovan harðskap móti pinkubarni.

Maðurin, sum er pápi at pinkubarninum, noktaði seg sekan í ákæruni.

Eftir dómin í dag er hann varðhaldsfongslaður, og maðurin hevur biðið um umhugsunartíð, um hann skal skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

 

Var í lívsvanda

Sambært ákæruritinum fór harðskapurin fram 23. oktober í 2023.

Harðskapurin var so grovur, at drongurin, sum er føddur í juli 2023, var í lívsvanda.

Hann fekk skallabrot og heilabløðingar, og aðrar bløðingar í høvdinum.

Vandi var fyri varandi meini.

Maðurin og ein kvinna vóru tá varðhaldsfongslað, skuldsett fyri hendingina, 23. oktober 2023.

Kvinnan var latin leys í januar 2024 og maðurin í februar 2024.

 

Dupult afturlatnar hurðar

Málið var viðgjørt fyri dupultum afturlatnum hurðum í Føroya rætti, so lítið og einki fekst at vita um tað.

Kvinnan var ikki ákærd, men maðurin bleiv ákærdur eftir grein 246 í revsilógini, sum er um grovasta harðskapin.

Tann greinin sigur, at hevur harðskapurin við sær annans deyð, ella er hann í aðramáta so grovur, ella hevur so álvarsaman skaða við sær, at talan er um serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 10 ár.

Sambært ákæruritinum var talan um serstakliga tyngjandi umstøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558