Nýggjur flokkur undir stovnan

Nýggjur flokkur undir stovnan
Farið er undir at savna inn undirskriftir til nýggjan politiskan flokk, kallaður Føroyaflokkurin.
 
01.05.2018 - 10:52

Átakið er farið í gongd á facebookbólkinum "Tunlar norður um fjall nú", og tað er Hjalmar Zachariasen, sum er stigtakari. Í bólkinum eru fleiri enn 1.200 limir. 

Í stuttari endamálsorðing skrivar hann soleiðis:

"Tað er órímuligt at halda, at kjakið um tunnlanar fer at halda fram. Nú vónar samgongan, at tey sleppa frá at hoyra frá okkum. Tí haldi eg, at tað er rættast bara at stovna ein flokk, Føroyaflokkin. Serliga er tað órættvísu spælireglurnar og raðfestinganar, sum tey minnu økini uttan fyri miðstaðin fáa, sum eg vil hava lýst", skrivar stigtakarin.

Málið er at savna 800 undirskiftir og finna skikkað valevni, stendur á facebook, har fólk eisini kunnu skriva undir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001