Undantøk neyðug

Undantøk neyðug
Heilsutrygd, sum umsitur kommunulæknaskipanina, hevur biðið Kommunulæknafelagið um undantøk, áðrenn kommunulæknarnir fara í verkfall í morgin kl 8
 
02.05.2018 - 09:24

Undantøkini eru neyðug fyri at tilbúgvingarætlanin hjá tí almenna kann setast í verk, men seinast, vit frættu, hevði einki undantak fingið. 

Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, segði fyrr í morgun, at felagið hevði fingið eitt ynski um at helvtin av læknunum enn skulu vera til arbeiðis, og at læknavaktin skuldi koyra óbroytt. Tað metir felagið tó ikki vera relevant, sigur Marjus Dam og leggur afturat, at felagið móttók eisini eitt ynski seint í gjár, sum felagið fer at viðgera í næstum.

Undantøk fyri læknavakt og koyrilæknar

Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sigur, at í hesi seinnu umsóknini um undantøk hava tey biðið um at fáa ein lækna á vakt í vaktarlæknaskipanini, umframt at hava koyrilæknar í læknadømunum kring landið.

- Talan er um eina skipan, sum líkist henni, sum longu er galdandi um vikuskifti, men við eitt sindur betri manning, sigur Egil á Bø. 

Heilsutrygd hevur biðið um at fáa læknarnar, sum skulu koyra út til fólk, um eisini at arbeiða á vakttelefonini 1870, tá teir ikki koyra.

Heilsutrygd fer á fund klokkan 10 at viðgera støðuna, men Egil á Bø vónar at fáa svar frá Kommmunulæknafelagnum um umbønina um undantøk sum skjótast. 

Pedagogfelagið og undantøk

Stríð um undantøk var eisini, tá Pedagogfelagið var í drúgvum verkfalli um jóltíðir.

Men á teirra sáttmálaøki var ein avtala, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani, tað var í 2014, um undantøk, so lív og heilsa ikki skuldu koma í vanda hjá fólki undir verkfalli.

Partarnir togaðust um, hvørji undantøk skuldu gevast og hvussu mong, og Fíggjarmálaráðið bað tí Fasta Gerðarættin viðgera stríðið um undantøkini sum skundmál.

Í sínum úrskurði segði Gerðarrætturin millum annað, at "Føroya Pedagogfelag átti tí í samband við, at tey lýstu herda verkfallið, ítøkiliga at havt viðgjørt tørvin á undantøkum. Somuleiðis skuldi greitt verið fráboðað Fíggjarmálaráðnum, hvørji undantøk fóru at verða givin, so at Almannaverkið kundi fyrihalda seg til støðuna og leggja arbeiði til rættis undir arbeiðssteðginum. Fráboðaða verkfallið - uttan ítøkiliga mett og greitt fráboðað undantøk - er tísskil óheimilað."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266