Nýggjur stjóri í Europol

Nýggjur stjóri í Europol
Evropiski løgreglustovnurin, Europol, hevur í dag fingið fyrsta kvinnuliga stjóran - 48 ára gomlu, belgisku Catherine De Bolle. Tað skrivar YLE
 
02.05.2018 - 13:43

Men atfinningar eru um starvssetanina, sambært heimasíðuni Politico Europe.

De Bolle var hægsti løgreglustjóri í Belgia, áðrenn hon fór í starv hjá Europol. 

Funnist hevur verið at henni, tí hon hevði ábyrgdina fyri trygdini, tá fleiri belgisk yvirgangsfólk framdu atsóknir í Paris og Brússel í 2015.

Politico hevur tosað við ónevndar keldur í Evropa og innanfyri Europol, sum stúra fyri hennara førleikum og møguleikum at samskipa altjóða stríðið móti yvirgangi, sum saman við altjóða brotsverkum í løtuni er hægsta mál hjá Europol.

Sagt verður m.a. um De Bolle, at hon tolir ikki kritik, og tá tað miseydnaðist henni at samskipa belgisku løgregluna, hvussu megnar hon so tað fyri alt Evropa, sigur ónevndur trygdargreinari við Politico.

De Bolle vísir hesum aftur og sigur, at tað eru eisini aðrir løgreglumyndugleikar í Evropa - eitt nú í Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi, sum heldur ikki hava megnað at niðurberja yvirgang.

Hvassar atfinningar hava verið móti belgisku løgregluni millum annað fyri útlitalítið samstarv og vantandi gjøgnumskygni í sambandi við myndugleikar í øðrum londum.

Í nýggja starvi sínum hevur De Bolle ábyrgdina fyri sambandið hjá Europol við løgregluna í teimum 27 limalondunum og við fregnartænastur kring allan heimin.

De Bolle tekur við eftir Rob Wainwright, sum fyrr hevur arbeitt fyri bretsku trygdartænastuna, MI5, skrivar Politico Europe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963