Norðurkorea ávarar USA

Norðurkorea ávarar USA
Norðurkorea ávarað USA móti at leggja trýst á og koma við hernaðarligum hóttanum móti Norðurkorea, nú bæði londini fyrireika seg til søguligan fund
 
06.05.2018 - 17:47

Norðurkoreiski uttanríkisráðharrin sigur, sambært BBC, at USA við vilja øsir Norðurkorea við at tosa um, at revsitiltøkini ikki verða strikað fyrr enn Norðurkorea gevst við kjarnorkuroyndum sínum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, skulu hittast í næstum.

Hetta verður fyrsti fundur nakrantíð millum hesi bæði londini. Kim Jong-un var sostatt fyrsti norðurkoreiski leiðarin, sum hevur verið í Suðurkorea síðani Koreakríggið endaði í 1953.

Leiðararnir í Norður- og Suðurkorea samdust á fundi í Suðurkorea í síðsta mánaði um, at Norðurkorea skal fara undir kjarnokuravdubbing. 

Norðurkorea hevur javnan funnist at USA, men seinastu tíðina hevur verið longri ímillum.

Men seinasta ávaring er áminning um, at kjakið millum bæði londini ikki verður lætt, sigur Michael Bristow, redaktørur hjá BBC.

Norðurkorea sigur, sambært almennu norðurkoreisku tíðindastovuni, KCNA, at Washington villeiðir almennu hugsanina við at siga, at kjarnorkuavdubbingin er úrslit av, at USA setti í verk revsitiltøk og legði annað trýst á Norðurkorea.

Øsir við vilja

Norðurkoreiska tíðindastovan leggur aftrat, at USA hevur eisini gjørt góða stemningin verri aftur við at senda amerikanskar herdeildir til Suðurkorea.
 
- USA øsir við vilja Norðurkorea, júst nú friður og semja aftur kunnu fara at valda á koreisku hálvoynni eftir søguliga norður-suðurfundin og Pan-munjom-samtyktina, sigur KCNA.

- Hetta kann bara takast sum vandamikið tekin um, at USA roynir at forkoma tilgongdini, sum arbeitt hevur verið hart fyri, og at rulla alt aftur til byrjanina.

- Tað fer ikki at bøta um støðuna, at USA mistulkar viljan hjá Norðurkorea at fáa frið í lag sum tekin um veikleika, og at tað bøtur heldur ikki um støðuna, at USA heldur fram við at leggja trýst á og hótta við hernaðarligum atgerðum, sigur KCNA.

Donald Trump hevur sagt, at revsitiltøkini og annað trýst móti Norðurkorea heldur fram, og at harða tilgongdini hjá sær hevur hjálpt til at lætta um stemningin, skrivar BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Sunnudag 4. januar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
202218
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150