USA tekur seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran

USA tekur seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran
Verðandi avtala kann ikki forða fyri nakrari iranskari kjarnorkubumbu, sigur Donald Trump, forseti USA, í kvøld
08.05.2018 - 19:32

Innslagið er gjørt áðrenn Donald Trump, klokkan 19 í kvöld, kunngjørdi avgerðina um, at USA tekur seg úr avtaluni.

Dagføring:

Verðandi avtala kann ikki forða fyri nakrari iranskari kjarnorkubumbu, sigur Donald Trump, forseti USA, í kvøld

- Í teoriini skuldi avtalan vart USA og okkara sameindu undan iranska kjarnorkubumbuørskapinum, men avtalan loyvir Iran at halda fram við at ríka uran, og sum frálíður at kunna framleiða eina bumbu, segði Trump á tíðindafundi fyri løtu síðani. 

Trump nevndi í talu síni fregnartænastuupplýsingarnar, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, legði fram her fyri, har hann legði Iran undir at lúgva um kjarnorkuætlanir sínar.

- Í dag hava vit avgerðandi prógv um, at iranska lyftið var lygn. Veruleikin er, at avtalan var ræðulig og einsíðug, og hon skuldi ongantíð verið gjørd, segði Trump.

Í meðan m.a. Ísrael hevur mælt Trump til at droppa avtaluna, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, gjørdi, hava leiðarar í ES seinastu mánaðirnar stríðst fyri at varðveita avtaluna.

Ør avtala

Kjarnorkuavtalan við Iran snýr seg um, at Iran gevst við at menna sínar kjarnorkuætlanir, og afturfyri verða revsitiltøkini móti landinum strikaðar.

Trump, forseti, hevur skýrt avtaluna at vera øra, tí hon millum annað loyvir Iran frítt at ríka uran eftir 2030, og tí at hon ikki forðar Iran í at menna vanligar rakettir.

Iran, Frakland, Bretland og Týskland vilja, at avtalan heldur fram, hóast USA ikki er partur av henni.

Fleiri lond  við í avtaluni

USA, Kina, Russland, Bretland, Týskland, Frakland skrivaðu undir avtlauna í juli 2015, eftir at samráðingarnar høvdu vart í hálvtriðja ár. Avtalan kom í gildi í januar 2016.

 

 

 

  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523