Tey ungu fáa nógv at gera

Tey ungu fáa nógv at gera
Borgarar í Tórshavnar kommunu hava víst á nógv arbeiði, sum tey ungu kunnu gera í summar
 
12.05.2018 - 08:45

Líkt er til, at tey ungu fáa úr at gera í summar, nú Ung í arbeiði stendur fyri durum.

Tórshavnar kommuna heitti fyrr í vikuni á borgarar um at senda kommununi arbeiðsuppskot, sum tey ungu kunnu fáast við í summar. 

Og ikki færri enn 60 arbeiðsuppskot eru komin inn longu, sigur Tórshavnar kommuna á heimsíðu síni.

Uppskotini eru sera ymiskt og toyggja seg yvir alla kommununa. 

Borgarar kunnu framvegis senda inn arbeiðsuppskot til Ung í arbeiði umvegis heimasíðuna hjá kommununi.

Ung í arbeiði er eisini í fleiri øðrum kommunum kring landið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541