Eiga at taka undir við UNESCO-sáttamála

Eiga at taka undir við UNESCO-sáttamála
Føroyar eiga at taka undir við sáttmálanum um at verja siðaarvin, sigur Sigurd í jákupstovu, formaður í føroysku UNESCO nevndini
 
21.05.2018 - 14:24

Í morgin 21. mai og 22. mai eru Føroyar vertir fyri árliga norðulendska UNESCO fundinum.

Hetta er fyrstu fer Føroyar skipa fyri einum tílíkum fundi. 

Á skránni á fundinum hesu ferð er verja av siðaarvi.

Føroyar eiga at taka undir við UNESCO sáttmálanum um at verja siðaarvin, sigur Sigurd í jákupstovu, formaður í føroysku UNESCO nevndini

- Tað hevur verið arbeitt í eina tíð við at fáa Løgtingið at taka undir við, at tann sáttmálin (um siðaarv) verður sett í verk fyri Føroyar eisini, sigur Sigurð í Jákupsstovu. 

- Tað vildi víst, at vit sum land og tjóð vilja seta fokus á at verja okkara mentanararv, og tá vit fráboða hetta til altjóða samfelagið, binda vit okkum til at seta skipanir í verk, sum ansa eftir mentararvinum, sigur Sigurð í Jákupsstovu.

Sambært uppskotinum, sum er samtykt kostar tað 400.000 krónur um árið at binda seg til sáttmálan um verju av siðaarvinum. 

Sum dømi um føroyska siðaarvin nevnur Sigurð í Jákupsstovu eitt nú føroyska dansin, bátasmíð og føroyska matgerð.

Sjálvur Unesco-aðalfundurin verður hildin í París annaðhvørt ár og næsti aðalfundur verður í november 2019.  

Í føroysku UNESCO nevndini eru: Sigurð í Jákupsstovu, nevndarformaður, Annika Sølvará, Andras Mortensen, Liljan Weihe, Barbara Gaardlykke Apol og Margretha Jacobsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179