Einsamallur í fleiri mánaðir

Einsamallur í fleiri mánaðir
Livar Nysted hevur sett sær fyri, at hann skal rógva ein tein upp á 5.000 kilometrar úr Gran Canaria til Caribia einsamallur
22.05.2018 - 19:38

Havrógvarin Livar Nysted fyrireikar seg til sítt størsta ævintýr nakrantíð.

Tí um hálvtannað ár skal hann ætlandi leggja fleiri túsund kilometrar aftur um bak, tá hann fer at rógva 5.000 kilometrar einsamallur í einum báti. 

Livar Nysted ætlar sær undir 5000 kilometra langa teinin í januar 2020.

Báturin, sum skal flyta hann úr Gran Canaria til Caribia, verður um 20 føtur og skal smíðast í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373