Mangla fólk í frálandavinnuni

Mangla fólk í frálandavinnuni
Frálandafyritøkuni, Esvagt, tørvar starvsfólk, og tí hevur hon bjóðað lesandi á Vinnuháskúlanum umborð á eitt av sínum skipum til kunning
24.05.2018 - 19:44

Lesandi á vinnuháskúlanum fingu í dag høvi at vitja umborð á frálandaskipinum, Esvagt Contender, tí felagnum tørvar manning til síni skip.

Esvagt er frálandafyritøka við høvuðssæti í Esbjerg, sum hevur merkt niðurgongdina í vinnuni væl.

Men nú er gongdin vend. Eftir at hava havt 12 skip liggjandi, eru øll skipini hjá fyritøkuni aftur í sigling, og tað krevur manning. 

Skipari umborð á Esvagt Contender er Jóannes Hansen, sum býr í Sørvági, og hann vísti næmingum runt umborð, meðan hann greiddi frá, hvat teir kunnu vænta, um teir søkja sær kjans við skipum hjá Esvagt. 

Vónin hjá føroyska skiparanum á Esvagt Contender er at fáa einar 10-15 umsóknir úr Føroyum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234