Útbyggja frítíðarskúlan á Nesi

Útbyggja frítíðarskúlan á Nesi
Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at bjóða út arbeiðið at útbyggja frítíðarskúlan á Brekkukletti, og at byggja nýggj hølir til barnagarðin
 
02.06.2018 - 09:27

Nes kommuna keypti í 2006 eini sethús á Brekkukletti til frítíðarskúla. Men tað er vorðið ov trongligt. 

Avgerð er nú tikin um at taka tilbygningin suðureftir niður, og byggja tvær hæddir uppaftur, so frítíðarskúlin verður víðkaður við gott 150 fermetrum. Harumframt verða umvælingar og dagføringar gjørdar á verandi bygning. Mettur kostnaðurin fyri hetta er 3,2 mió. kr.

Eisini í barnagarðinum er við at gerast ov trongligt. Fyri at nøkta framtíðartørv er samtykt at byggja nýggjan bygning í tveimum hæddum suður frá og saman við frítíðarskúlanum, sum skal hýsa elstu børnunum í barnagarðinum. Hvør hæddin verður 150 fermetrar og í fyrsta umfari verður bara ovara hæddin innrættað. Mettur kostnaður er 4,7 mió. kr.

Eftir ætlan verður arbeiðið boðið út í summar, sæst á heimasíðuni hjá Nes kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158