DF vil upp í borgarliga stjórn

DF vil upp í borgarliga stjórn
Danski fólkaflokkurin fer at royna at sleppa upp í eina borgarliga stjórn eftir næsta val
 
05.06.2018 - 16:08

Formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, sigur, at Danski fólkaflokkurin fer at royna at at sleppa upp í eina borgarliga stjórn eftir næsta val.

Tað sigur hann eitt lítið samdøgur eftir, at Mette Frederiksen, forkvinna í Sosialdemokratiska flokkinum, í gjár boðaði frá, at Javnaðarflokkurin ætlar at skipa stjórn einsmallur eftir næsta val, fær flokkurin nóg stóran stuðul.

Við hesum leggur Mette Frederiksen sjógv millum Javnaðarflokkin og Radikala flokkin, sum hava samstarvað í mong ár - eisini í stjórn.

Kristian Thulesen Dahl sigur, at við hesi avgerð er tað meiri sannlíkt, at Danski fólkaflokkurin fer at seta síni fingramerki á útlendingapolitikkin, sama hvussu úrslitið av fólkatingsvalinum verður.

Honum dámar væl, at forkvinnan í Javnaðarflokkinum ætlar at tátta í í útlendingapolitikkinum.

Men Danski fólkaflokkurin fer framvegis at vísa á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra, sigur formaðurin í Danska fólkaflokkinum.

Hann væntar ikki, at sitandi stjórn fer at halda fram.

- Fáa vit stuðul frá veljaranum, eru vit fúsir at fara í stjórn. Men vil veljarin hava onkran annan, fara vit at stríðast fyri at fáa ávirkan, sigur Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska fólkaflokkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558