Kaldbakstunnil stongdur til klokkan 15

Kaldbakstunnil stongdur til klokkan 15
Ferðslan er enn tarnað til og úr Havn, eftir at eldur hevur verið í einum bili. Løgreglan mælir øllum til at koyra eftir Oyggjarvegnum
 
06.06.2018 - 13:35

Í løtuni er ikki koyrandi til og úr Havnini gjøgnum Kaldbakstunnilin. Orsøkin er, at eldur hevur verið í einum bili mitt á vegnum millum rundkoyringina í Kollafirði og niðan móti tunnilsmunnanum.

Løgreglan sigur, at Kaldbakstunnilin verður í øllum førum ikki latin upp aftur fyri ferðslu fyrr enn klokkan 15. 

Løgreglan mælir øllum til at koyra eftir Oyggjarvegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115