Statsadvokaturin stevnir Trump og familjuni

Statsadvokaturin stevnir Trump og familjuni
Statsadvokaturin í New York kunngjørdi í gjár, at hon fer at stevna Trump-grunnin, Donald Trump sjálvan og eisini børn hansara
Donald Trump og børn hansara, sum eisini eru stevnd.
Mynd: AFP  
 
15.06.2018 - 10:26

Statsadvokaturin í New York fer at stevna Trump-Grunnin, Donald Trump sjálvan og eisini børn hansara fyri "víðfevnd og støðug" lógarbrot.

BBC endurgevur Barbaru Underwood, statsákæra, fyri at siga, at Trump-grunnurin, sum er vælgerðargrunnur, hevur verið uppi í "ólógligari politiskari samskipan", sum hevði til endamáls at ávirka forsetavalið í 2016.

Endamálið við rættarmálinum er at upploysa grunnin, sigur statsákærin sambært BBC.

Í fráboðan sigur statsákærin, at Donald Trump ólógliga hevur givið grunni sínum boð um at lata sær stuðul við at brúka navni á grunninum og pening, sum grunnnurin hevði savnað saman.

Statsákærin vil vera við, at grunnurin rindaði fleiri 100.000 dollarar fyri at gera semjur í løgfrøðiligum trætumálum um hansara klubbar, umframt at 10.000 dollarar vórðu brúktir til at keypa málning av Trump, sum skuldi hanga í einum øðrum av hansara klubbum.

Málningakeypið er, sambært ákæranum, eitt dømi av í minsta lagi fimm handlum hjá Trump við seg sjálvan, og sum eru brot á skattalógina um almannagagnligar vælgerðargrunnar.

Donald Trump, forseti hevur svarað ákærunum aftur á twitter í gjár:

 

Hann skrivar, at "skitnir demokratar úr New York gera alt, teir eru mentir, fyri at rættarsøkja meg um ein grunn, sum hevur latið meira til vælgerandi endamál, enn grunnurin hevur fingið inn. Eg geri IKKI semju í hesum málinum!", skrivar Donald Trump forseti á twitter.

Í stevningini krevur statsadvokaturin, at bann verður sett fyri, at Donald Trump skal kunna vera stjóri í nøkrum almannagagnligum grunni í New York í 10 ár, og at børn hansara fáa líknandi bann sett, tó bara galdandi í eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084