- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla frá at gera heimagjørt slím
Herfyri kom fram, at vælumtóktu leikurnar Squishies kunnu innihalda vandamikil evni, og tí mælti danska Umhvørvisstýrið fólki til at koyra leikurnar vekk.
Og nú vísir danska Astma- og allergifelagið á, at heimagjørt slím, sum nógv børn og foreldur gera, kann elva til ovurviðkvæmi og eksem, sum kann gerast til sár.
Uppskriftirnar upp á slím finnast eitt nú á Youtube. "Hvussu gert tú heimagjørt slím" var ein tann mest spurdi spurningurin á Google í fjør.
Men nógv ørkylmað foreldur hava vent sær til Astma- og allergifelagið um slímið, og boðini frá felagnum eru greið: Latið vera við at gera og spæla við heimagjørt slím!
Í flestu uppskriftunum upp á heimagjørt slím verður mælt til at nýta millum annað lím, rakiskúm, bakipulvur og linsuvatn. Serstakliga lím og rakiskúm er ikki gjørt til og hóskar seg ikki til at vera nærindis húðini í so langa tíð, sum slímið mangan er. Børn gera slímið, og síðani ganga tey runt við tí í langa tíð. Hetta kann elva til allergi og eksem.
Anne Holm Hansen, varastjóri í Astma- og allergifelagnum, sigur við TV 2, at eitt nú kann lím hava í sær haldevni MI, sum er sera allergielvandi.
- Fær mann allergi av MI einaferð, hevur mann tað restina av lívinum, vísir hon á.
Hava tit gjørt heimagjørt slím, mælir Astma- og allergifelagið til at ansa eftir, um børnini fáa reyða húð, skriða, eksem og í ringasta føri sár.
Eisini danska Umhvørvis- og matvørustýrið mælir fólki frá at gera heimagjørt slím.
Á heimasíðuni hjá stýrinum stendur, at mælt verður til, at vørur sum eitt nú lím og rakiskúm einans verða nýttar til tað, sum tær eru gjørdar til.
Alt tilfarið, sum verður brúkt til at gera slím, er góðkent í Danmark. Vørurnar eru tó bara kannaðar í mun til tað, sum tær eru gjørdar til. Eitt nú eigur rakiskúm bara at vera á húðini í stutta tíð, og lím eigur ikki at koma í samband við húðina.
Og á húðambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum taka tey undir við tilmælunum hjá danska Umhvørvis- og matvørustýrinum.
- Ongin hevur higartil vent sær til húðambulatoriið, tí tey hava fingið allergi ella eksem av heimagjørdum slími. Men vit taka undir við tilmælunum hjá danska Umhvørvis- og matvørustýrinum um einans at nýta vørur, sum lím og rakiskúm, til tað, sum tær eru ætlaðar. Serliga lím kann hava í sær sera sterk evnir, sum kunnu elva til allergi og eitt nú hondeksem, sigur Edith Vang, sjúkrasystir á húðambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum.
Slím kann keypast í ymsum leikuhandlum. Er tað egnað sum leikur, fær tað eitt sonevnt CE-merki. Men hetta merkir ikki, at børn ikki kunnu fáa allergi. Leikur við CE-merkinum eru ikki kannaðar í samband við allergi hjá børnum.
Tí mælir Astma- og allergifelagið frá at nýta slím, sum kann keypast í handlunum, um barnið hevur viðkvæma húð.