Ætlan um hvussu vinnan kann menna ferðavinnuna

Ætlan um hvussu vinnan kann menna ferðavinnuna
Nýggj kunngerð um stuðul úr landskassanum til at menna ferðavinnuna
Útlendingar koma til Føroya fyri at síggja millum annað Tindhólm.
 
06.07.2018 - 07:57

Í desember skal partafelagið Visit Faroe Islands lata landsstýrismanninum í vinnumálum eina ætlan um, hvussu ferðavinnan kann mennast í 2019.

Landsstýrismaðurin skal góðkenna ætlanina.  

Visit Faroe Islands letur stuðulin.

Umsóknir um stuðul skulu hava verkætlanarlýsing og fíggjarætlan.

Visit Faroe Islands letur bara stuðul, um onnur, til dømis grunnar ella fyritøkur, fíggja minst helvtina av ætlanini. 

Tann, sum fær stuðul eftir nýggju kunngerðini, skal javnan kunna Visit Faroe Islands um gongdina í verkætlanini.

Eftirmeting

Tá verkætlan, sum hevur fingið stuðul, er liðug, skal Visit Faroe Islands hava eina eftirmeting av verkætlanini saman við roknskapi.

Stuðulin verður latin, tá verkætlanin er liðug, og Visit Faroe Islands hevur fingið kravdu skjølini.

Visit Faroe Islands skal hvørt ár lata landsstýrismanninum í vinnumálum ársfrágreiðing og eftirmeting og ársroknskap fyri stuðulin til vinnuna.

Umframt stuðulin til vinnuna skal stuðul eisini latast kommununum sambært tilmæli frá arbeiðsbólki.

Í sínum hoyringarsvari mælti Kommunufelagið til at broyta tíðarfreistina at lata landsstýrismanninum verkætlanina frá  desember til september, so kommunurnar kunnu gera tillagingar í sínum egnu fíggjarætlanum, um so er, at øki, sum hava teirra áhuga, verða raðfest. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040