Nýggjur flokkur: Kannabis skal verða lógligt

18.07.2018 - 12:25
Innlendis›Politikkur
Nýggjur flokkur: Kannabis skal verða lógligt
Ein nýggjur politiskur flokkur er stovnaður, sum hevur eitt endamál. Og tað er, at kannabis skal vera lógligt í Føroyum.

"Framtakið fyri rættinum at velja kannabis" eitur nýggi flokkurin, sum Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, hevur stovnað. 

Høvuðsendamálið hjá flokkinum er at gera kannabisplantuna lógliga sum heilivág, sigur formaðurin í flokkinum.

- Vit vilja bara hava alla plantuna legaliseraða. Hon er púra ófarlig, og øll skulu hava loyvi til at hava hana standandi heima. Fyrst og fremst er tað týdningarmikið, at sjúklingar fáa atgongd til plantuna, sigur hann.

Flokkurin hevur ikki nakra aðra støðu til onnur mál. Tískil fer tað at vera upp til hvønn einstakan í flokkinum at taka støðu til onnur politisk mál. 

- Ert tú fyri at legalisera plantuna, ert tú fyri at granska plantuna í Føroyum, so kanst tú vera partur av okkara flokki. Vit blanda okkum ikki upp í, hvat tú meinar um onnur ting, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.

Flokkurin skal hava 800 undirskriftir fyri at sleppa at stilla upp. Sum nú er, hevur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus savnað áleið 250 undirskriftir.

Hann væntar, at tað fer at eydnast at savna nóg mikið av undirskriftum.

Longri samrøða við Hall Hjalgrímsson Djurhuus verður í sendingini "Summartímin", ið byrjar klokkan 16 í dag. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961