Einir 50 hval løgdu beinini á Sandágerði

Einir 50 hval løgdu beinini á Sandágerði
Fyri lítlari løtu síðani legði ein grind beinini í Sandágerði. Finnbogi Midjord, sýslumaður, metir grindina vera 50 hval.
Drápið gekk øgiliga gott, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Mynd: Birita Mortansdóttir  
 
24.07.2018 - 16:05

Fyri lítlari løtu síðani legði ein grind beinini í Sandágerði, har hon bleiv hildin til.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, metti grindina vera um 50 hval. 

- Vit hava ikki fingið tað endiliga talið enn, men vit meta hana vera umleið 50 hval, sigur hann. 

Drápið gekk, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Sambært Finnboga Midjord tók drápið góðar 5 minuttir. 

- Eg noteraði niður, at drápið byrjaði 14:36, og klokkan 14:41 vóru allir hvalirnir deyðir, sigur Finnbogi Midjord. 

Grindin varð funnin úti við Strond, og hon ferðaðist øgiliga skjótt suðureftir. Tá fyrstu bátarnir funnu hana, var hon longu komin til Glyvursnes. Tað gekk tó heilt skjótt at fáa grindina inn.

Sambært Finnboga Midjord verður tað ikki til meira enn drápspartar, tí so nógv fólk og so nógvir bátar vóru við til drápið. 

Meira um nær seðlarnir koma út, verður at frætta seinni í dag. 

grind_a_sandagerdi.jpg1_.jpg

Caption: 
Seðlar koma út seinni í dag. Mynd: Birita Mortansdóttir
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858