Føroyar kostaðu Danmark yvir eina milliard í fjør

Føroyar kostaðu Danmark yvir eina milliard í fjør
Føroyar kostaðu danska statskassanum eina milliard og 44,3 milliónir í fjør.
Til poltitiið, Kriminalforsorgina og varðhaldið fóru slakar 104 milliónir í fjør.
Mynd: Savnsmynd  
 
25.07.2018 - 10:25

Tað vísa tøl í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum. Blokkurin er 641,8 milliónir krónur.

Hitt eru pengar til ymsar veitingar úr Danmark, millum annað eftirlønir til lærarar og aðrar eftirlønir og krígspensjón.

Tilsamans er talan um 88,6 milliónir aftur at heildarveitingini.

Síðani eru 314 milliónir krónur til at reka statsstovnar í Føroyum.

Tað mesta fór til verjuna, 176,6 milliónir, og til poltitiið, Kriminalforsorgina og varðhaldið fóru slakar 104 milliónir í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928