Føroyingar keypa fleiri nýggjar bilar

Føroyingar keypa fleiri nýggjar bilar
Føroyingar keypa framvegis fleiri nýggjar bilar. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Akstovuni.
 
01.08.2018 - 11:01


Tølini eru fyri teir fyrstu sjey mánaðirnar í 2018.

Í 2018 eru 1.828 nýggj akfør innflutt, og hetta er 174 fleiri akfør enn sama tíðarskeið í fjør. Teir fyrstu sjey mánaðirnar í fjør vóru 1.654 nýggj akfør innflutt. 

Um vit hyggja eftir innflutninginum av akførum tilsamans er nógv tann størsti parturin persónsbilar. Higartil í ár eru 1.373 persónsbilar innfluttir. Í fjør vórðu 1.194 persónsbilar innfluttir. Og tað vil siga, at vit hava innflutt 179 fleiri persónsbilar fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

Tølini kunnu lesast á heimasíðuni hjá akstovuni, akstovan.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858