Teistin fer at sigla aftur í morgin

Teistin fer at sigla aftur í morgin
Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, væntar, at Teistin verður klárur í kvøld og fer sostatt at sigla aftur í morgin.
 
04.08.2018 - 12:05

Teistin rendi á land í Skopun í gjár - eitt lítið hol kom á, og eitt sindur lak inn. Men hann verður væntandi klárur í kvøld, og fer at sigla aftur í morgin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni.

Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni stendur, at Sam fer at røkja siglingina hjá Teistanum í dag. Sildberin fer síðani at røkja leiðina til Kalsoyar, ímeðan Súlan fer at røkja leiðina til Skúvoyar. Men hetta verður ivaleyst bara til í morgin, tá Teistin væntandi fer at røkja Skopunar- og Hestleiðina aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938