Ferðslan út í Mykineshólm fyribils steðgað

Ferðslan út í Mykineshólm fyribils steðgað
Hagastýrisformenninir saman við hiking.fo og Visit Faroe Islands boða nú frá, at ferðslan út í Mykineshólm verður fyribils steðgað.
 
10.08.2018 - 11:57

Orsakað av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum.

Tað stendur í tíðindaskrivi, sum Visit Faroe Islands, hiking.fo og hagastýrisformenninir í Mykines hava sent miðlunum fyrrapartin.

Gøtan ígjøgnum lundalandið úti í Lamba er so mikið illa farin, at mett verður, at tað ikki er ráðiligt hjá fólki at ganga har í løtuni, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

- Vøllurin er illa farin í støðum, og fyri at umganga, at hann fer verri, er neyðugt at steðga á og lata lendið fáa frið, sigur Bjarni Hansen, bóndi og hagastýrisformaður. 

Eingin sleppur út í Mykineshólm, so leingi sum gøtan er stongd.

Hagastýrisformennirnir og hiking.fo við Pól Sundsskarð, sum umsitur gjaldskipanina í oynni, hava tikið hesa avgerð í felag. Forboðið er sett í gildi í dag. Um umstøðurnar broytast, verður møgiliga latið upp aftur fyri ferðslu.

- Vit halda, tað er skilagott at lata økið fáa frið í eina tíð, og so taka vit støðu til, um man skal opna fyri ferðsluni aftur, tá ein tíð er fráliðin, sigur Pól Sundsskarð.

Enn ber tó til at fara aðrar túrar í oynni, stendur í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138