Oddabrak í Djúpumýru í dag

Oddabrak í Djúpumýru í dag
Klokkan 18 hittast KÍ og HB í Djúpumýru í Klaksvík, og bæði Símun Samuelsen hjá HB og Páll Klettskarð hjá KÍ vænta ein spennandi dyst.
 
10.08.2018 - 15:01

Tveir dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini verða spældir í kvøld klokkan seks. Í Gundadali í Havn spæla B36 og EB/Steymur, og í Djúpumýru í Klaksvík verður oddabrak, tá KÍ tekur í móti HB.

HB er oddalið við 43 stigum, KÍ hevur 41. Vinnur HB eru teir fimm stig frammanfyri KÍ. Men tað er enn langur vegur til FM-heitið, sigur Símun Samuelsen, sum spælir við HB. 

- Vit lógu eina tíð fimm stig aftan fyri KÍ, og stutt eftir lógu vit fimm stig framman fyri KÍ, og nú er tað so javnt aftur. Vit kunnu ikki siga í dag, hvar liðini enda síðst í oktober-mánað, tá kappingarárið er liðugt, sigur Símun Samuelsen, sum gleðir seg til ein spennandi dyst við frálíkum umstøðum.

Símun Samuelsen sipar millum annað til mongu áskoðararnar, sum vera í Djúpumýru í kvøld. Páll Klettskarð, liðformaður hjá KÍ, vónar, at bróðurparturin kring vøllin fer at rópa á KÍ og ikki HB.

- Vit vóna at hava so nógvar fjepparar sum møguligt, og vóna kunnu teir hjálpa okkum, sigur liðformaðurin hjá KÍ. 

Útvarpið sigur frá dystinum eftir tíðindini klokkan 18, men upptaktin til dystin byrjar longu í Vikuskiftissendingini klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306

Annað frá KVF