Størsta hall á búskapinum í Amerika í 6 ár

Størsta hall á búskapinum í Amerika í 6 ár
Skattalættar og størri játtan til herin í USA er startsskotið til størsta hallið hjá landinum í seks ár.  Tað upplýsir tíðindastovan AP sambært TV2.
 
11.08.2018 - 12:15

Hallið er eitt úrslit av inntøkunum og útreiðslunum hjá landinum - búskapurin hjá einstøku statsríkunum eru ikki taldur við. Tað upplýsir tíðindastovan AP sambært TV 2.

Tíðindastovan AP hevur fingið tølini frá eini frágreiðing hjá amerikanska fíggjarmálaráðnum, sum vísir á, at USA hevur fyrstu 10 mánaðirnar í roknskaparárinum eitt hall upp á 684 milliardir dollarar. Og hetta er størsta hallið hjá USA í seks ár. 

Búskapurin í USA hevur annars verið merktur av lágum arbeiðsloysi, og inntøkur landsins eru eisini øktar eitt sindur. 

Høvuðsorsøkin til stóra hallið er helst skattanýskipanin, sum ein meiriluti í Kongressuni samtykti saman við Donaldi Trump, forseta. 

Sambært tíðindastovuni Bloomberg hevði skattanýskipanin ein skattalætta við sær á 300 milliardir dollarar í hesum roknskaparárinum.  Og harafturímóti eru útreiðslurnar hækkaðar umleið 4,4 %. 

Væntað verður, at hallið framvegis fer at vaksa - ella í øllum førum at halda seg á áleið 6,5 billiónur krónur til og við 2022. 

Einastu ferð, at hallið hevur verið umleið tað sama sum nú, var frá 2009 til og við 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392