Yvirgangsmaðurin var úr Sudan

Yvirgangsmaðurin var úr Sudan
Í Onglandi er maðurin, sum framdi yvirgang uttan fyri bretska tjóðartingið í London, eyðmerktur.
29 ára gamli Salih Khater úr Sudan framdi yvirgangsálop týsdagin 15. august við bretska parlamentið í London.
Mynd: BBC.com  
 
15.08.2018 - 15:55

Maðurin eitur Salih Khater, hann er 29 ár og ættaður úr Sudan, skrivar BBC.

Hann koyrdi á fólk, sum vóru á súkklu, og fólk, sum vóru til gongu, fyrrapartin í gjár.

Løgreglan í London hevur boðað frá, at tilburðurin verður kannaður sum ein yvirgangsatsókn, og maðurin verður viðgjørdur sum ein persónur, sum er undir illgruna at hava framt yvirgang.

Salih Khater er úr Birmingham. Løgreglan hevur ikki verið í samband við hann fyrr.

Hann varð handtikin á staðnum.

Tað er framvegis ikki greitt, hví hann vildi fremja yvirgang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870